Sýn og góðkenning
     av kránaútgerð



     Søla og veiting av eykalutum



     Umvælingar umborð á skipum

    
     Umvæling av lastbilum
     og gravimaskinum

    
     Siglingarrenna undir tak

    

     Glas-trevja umvælingar

    
     Framleiðsla av 
     konstruktiónum

     Transportbond

    


Tænastur

Pomek hevur góðkendar starvsmenn til at fremja eftirlit og góðkenning av kranaútgerð, og við áralongum royndum innan sølu og tænastu av hydrauliskum loysnum átakur Pomek sær at bjóða nýggja útgerð ella at umvæla verandi.


Pomek hevur roynt fólk við fakkunnleika til at úvega tekniskar eykalutir av øllum slagi, so sum motorlutir, pumpur og pumpulutir, gear og koplingar, aksultettningar, vatngerarar, oljuútskiljarar fyri at nevna nakrar bólkar.

Pomek bjóðar allar vanligar umvælingartænastur umborð á skipum og bátum. Starvsfólkið er sera mobilt og ferðast vit kring alt landið. 

Nýmótans verkstaðið hjá Pomek er útgjørt við arbeiðsgrøv og strórum travers-krana og er tí vælegnað til umvælingar av eittnú lastbilum og gravimaskinum.


Pomek hevur beinleiðis siglingarrennu frá Vágni í Klaksvík og undir tak. Hendan tænastan er serliga ætlað smábátum, ið skjótt og lættliga kunnu verða vaskaðir og málingaviðgjørdir, samstundis sum zink kann verða ásett, skrokkskaðar umvældir og aðrar ábøtur framdar.

Ísambandi við innsiglingarrennuna til smábátar hevur Pomek innrættað seg við útgerð og tilfari innan umvæling av glas-trevja skaðum.

Sum nýmótans framkomin verkstaður átekur Pomek sær allar heildaruppgávur innan tekning og framleiðslu av konstruktiónum úr svørtum stáli, rustføstum stáli og aluminium.

Umframt at tekna og framleiða rustfríar konstruktiónir til transportbond, so veitir og framleiðir Pomek eisini transportbond, t.d. frá Scanbelt ella Intralox.