Mjóvanes og Bjørgvin

Tað er nógv virksemi hjá Pomek íløtuni. Her liggja Bjørgvin og Mjóvanes uttanfyri okkara smiju. Bjørgvin hevur verið inni til smærri umvælingar og er nú klárur til fiskiskap aftur.

Mjóvanes hevur fingið drúgva umvæling og er nú komin at liggja uttanfyri, fyri at taka síðstu hond á.

Arbeiði hevur gingið sera gott og eru menn væl nøgdir. Vit hava skift motorar, umvælt skipssíður, kranasýn, sandblást, mála og annað.