Framleiðsla av spølum

Pomek framleiðir spøl til ymisk endamál, t.d. bátaspøl til neyst ella serlig spøl til oljuvinnuna.

Hjálpar- og veitingarskip í oljuvinnuni nýta sokallaði DIP-spøl til at gera ymiskar kanningar á djúpum vatni. Til hesar royndir krevjast spøl, ið taka upp til 4.000 metrar av monofilement línu, og sum hava skjóta, og trinleysa, arbeisðferð á spælrulluni.

Pomek hevur framleitt fleiri DIP-spøl, ið eru í vinnu kring um í heimi, - eittnú umborð á fleiri av veitingarskipunum hjá THOR.