Innrætting

     Arbeiðstekningar

     Framleiðslutól

     3D tekningar

     Brandplanir

     Trygdarplanir

    
     ... bert hugflogið setir mørk.


Pomek hevur framkomna teknistovu við nútímans tekniamboðum, - og vit tekna tað, ið tygum hava tørv á.

Á teknistovuni hjá Pomek verður arbeitt við mest framkomnu forritum frá AutoCad og Inventor. Teknistovan hevur harumframt nýggjastu plottaraútgerð, har allar tekningar kunnu verða útskrivaðar í liti og eftir tørvi.

Hava tygum tørv fyri, at fáa júst tygara arbeiðsumhvørvi uppmált, og vinnutól og aðrar innleggingar innteknaðar, so er Pomek júst tann rætta fyritøkan at átaka sær slíkar arbeiðsuppgávur.

Ring, ella send ein teldupost, og bið um ráðgeving, - tí at ráðgeva er júst ein av høvuðsuppgávunum hjá Pomek.

Birgir Olsen, ið hevur fleiri enn 10 ára royndir innan AutoCad, svarar fegin fyrispurningur tygara.

Birgir Olsen,
tekniskur leiðari
Fartelefon: 558480
T-postur: birgir@pomek.fo